Útvið 300 fólk til móttøku í Brosinum

Kl. 15 í dag var almenn móttøka í samband við at nýggi Dagstovnurin Brosið lat upp.

Og áhugin fyri nýggja stovninum var sera stórur, út við 300 fólk úr tað mesta av oynni vóru komin saman til henda stóra hátíðardag.

Janus Thomsen borgarstjóri segði m.a. í sínari røðu at nýggi stovnurin kostar góðar 18 mill. Við øllum nú hann stendur liðugur.

Trúgvi Gudmundarson lýsti í síni røði gongdina frá tí at fyrsti bøkkurin varð tikin omanav í mai 2015 og fram til í dag.

Herman Olsen frá S.H. Byg takkaði fyri tað álit, sum víst var teimum at vera høvuðsveitari til hetta stóra arbeiði. Hann handaði eisini stovninum eina gávu á 10.000 kr.

Tummas Niclasen, arkitektur, var sera nøgdur við úrslitið sum tað stendur í dag.

Og at enda bjóðaði Eir Norðberg øllum innar í stásiliga nýggja stovnin.

Tvøroyrar Hornorkestu, spældi sínar lívligu tónar og Tróndur Enni og Lív Næs spældi og sungu onkran sangin.

Í nýggja stovninum eru 4 stovur. Ein vøggustova, kallað Reiðrið, tvær barnagarðsstovur, Látrið og Urðin og so frítíðarskúli, sum hevur fingið navni Rókin. Stóra felagshøli hevur fingið navni Hellið.

Myndir frá degnum kunnu síggjast her