Almenn móttøka ónsdagin

Í løtuni verður allar seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til at Dagstovnurin Brosið letur upp. Ónsdagin kl 15 – 17 verður almenn móttøka.

Á skránni ónsdagin verður røður, solosangur, Tvøroyrar Hornorkestur, kaffi og lagkøka og sunkist til børnini.

Tað var tann 21. mai í 2015 at spakin varð settur í til nýggja dagstovnin og nú knapt hálvtannað ár seinni letur hann upp.