Nýggja vatnveiting í Hvalba

Ein trupulleiki, sum hevur verið í fleiri ár er at tað partar av summarinum ikki er nóg nógv vatn, serliga er tað veitingin til flakavirkið.

Fyri at tryggja at øll fáa nóg nógv vatn alt árið, her verður serliga hugsa um vinnulívið, var í fjørð samtykt av fara undir at fáa nýggja vatnveiting til bygdina.

Nýggja veitingin, kemur frá gomlu kolanánunum í Rókhaga, á Knænum sum tað verður rópt.

Mátingar eru gjørdar, sum vísa at her kemur ríkiligt av vatni til at veita allari bygdini nokk av vatni alt ári.

Nú er so hetta arbeiði byrja, á Fitjunum liggja rør, sum í løtuni verða samlaði og strekt inn ímóti knænum.