Eyðstein Jacobsen settur sum húsavørður

Her fyri søkti Hvalbiar Kommuna eftir húsavørði til kommununa. 26. juli var gjørt av at seta Eyðstein Jacobsen í starv.

Millum uppgávurnar, sum Eyðstein skal taka sær av er nýggi dagstovnurin Brosið og Roynhøllin.

Í tí sambandi skal gerast vart við at um ein ynskir at leiga Roynhøllina, so skal framyvir ringjast til Eyðstein á tlf 21 20 83.

Vit ynskja Eyðstein hjartaliga til lukku við nýggja starvinum.