Húsavørður til Hvalbiar Kommunu

Hvalbiar Kommuna søkir eftur einum húsavørði til dagstovnin Brosið, Roynhøllina og aðrar kommunalar uppgávur – at byrja sum skjótast.

Dagstovnurin Brosið fevnir um eina vøggustovu, tvær barnagarðsstovur og ein frítíðarskúla.

Arbeiðsuppgávur:

Alt vanligt húsavarða arbeiði, ið millum annað inniber røkt og umvæling av kommunalum bygningum og uttanumøkjum, eins og aðrar arbeiðsuppgávur hjá Hvalbiar Kommunu.

Vit vænta av tær:

• Tú ert handaliga væl fyri og hevur gott eyga fyri røkt og sær, hvar tørvurin er.
• Hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi.
• Ert opin fyri broytingum í arbeiðsuppgávunum.
• Kann arbeiða hóast børn eru hjástødd.
• Hevur góðan røkjuskap.
• Hevur góð samstarvsevni.
• Dugir at samskifta bæði við børn og vaksin.
• Hevur teldukunnleika.
• Hevur koyrikort til bil.

Setanarviðurskifti:
Starvið er 30 tímar um vikuna. Løn og setanartreytir sambart sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar:
Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við borgarstjóran Janus Thomsen á tlf. 593336

Umsókn:
Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og starvsroyndir, skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi 26. juli 2017 kl 12.00. Merkið umsóknina ”Húsavørður”.

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.

Hvalbiar Kommuna
Bíarvegur 2
850 Hvalba – tlf. 375033
T-post: hvalba@hvalba.fo