Reingerðarfólk til Hvalbiar Kommunu

Hvalbiar Kommuna søkir eftir einum reingerðarfólki til Dagstovnin Brosið á 10 tímar um vikuna, umframt reingerð í øðrum kommunalum bygningum eftir tørvi – at byrja 1. aug. 2017.

Dagstovnurin Brosið fevnir um eina vøggustovu, tvær barnagarðsstovur og ein frítíðarskúla.

Starvið umfatar dagliga reingerð á stovninum eftir kl 17.00 og høvuðsreingerð eina ferð árliga.

Harumframt reingerð av øðrum kommunalum bygningum eftir tørvi og høvuðsreingerð eina ferð árliga.

Vit sóknast eftir reingerðarfólki, sum er:

• Nærlagd/ur í sínum arbeiði.
• Fyrikomandi.
• Opin fyri møguligum broytingum í arbeiðsuppgávunum.
• Hevur góðan røkjuskap.
• Dugir væl at samstarva við børn og vaksin.

Setanarviðurskifti:

Starvið er 10 tímar um vikuna, umframt at vaska eftir tørvi í øðrum bygningum hjá Hvalbiar Kommunu.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Fleiri upplýsingar:
Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Siri Næs Olsen, leiðara á tlf. 237580.

Umsókn:
Umsóknir saman við CV og viðmælum skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi 26. juli 2017 kl 12.00. Merkið umsóknina ”Reingerðarfólk”.

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.

Hvalbiar Kommuna
Bíarvegur 2
850 Hvalba – tlf. 375033
T-post: hvalba@hvalba.fo