Viðurkenning frá Tvøroyrar Kommunu

Hvalbiar Kommuna fekk 28. juni handa viðurkenning frá Tvøroyrar Kommunu í samband við hervuliga eldin, sum herjaði á Varðanum Pelagic.

Kristin Michelsen borgarstjóri á Tvøroyri segði at Tvøroyrar kommuna og øll tvørafólk vóru ómetaliga takksom fyri stóru hjálpina.

Øll Suðuroyggin hjálpti hendan lagnu dagin 9. Juni, tá sólskinssøgan í Suðuroynni, Varðin Pelagic, brendi í grund.

Bergarstjórin vildi ikki fara at nevnan nøvn, men høvdu tey valt at lata kommununum eina viðurkenning, umboðandi fyritøkur og felagsskapir.