Burturbeining av tøðum

Sambært grein 15 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd má einki, ið kann dálka vatnið verða leitt út í áir, løkir, vøtn og strond.

Sambært grein 25, stk. 3 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, skulu tøðini nýtast til taðing soleiðis, at hetta ikki elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærhendis.

Kommunan heitir tí á borgarar um ikki at leiða tøð frá fjósum / seyðahúsum í áir, vøtn og strond.

Hvalbiar Kommuna