Broytingar í grótbrotinum

Hvalbiar Kommuna hevur, á bygdaráðsfundið 3. apríl 2017, gjørt av at gera broytingar í samband við grótbrotið í Hvalba.

Framyvir er grótið í grótbrotinum bert til nýtslu í arbeiðum hjá Hvalbiar Kommunu og í samband við planering av nýbygging í Hvalbiar Sókn. Í samband við nýbygging er tað framvegis, so at tann sum byggir kann fáa grót, men skal gjalda fyri fylling og flutning av grótinum.

Um borgarar annars hava brúk fyri grótið, verður víst til grótbrotið í Porkeri.

Hvalbiar Kommuna

Shares