Eldrafimleikur í Hvalba

Í dag endaði eldrafimleikurin, ið hevur verið hetta kvøldskúlaárið i fimleikarhøllini í Hvalbiar skúla.

Hetta hevur verið eitt sera hugaligt átak, og undirtøkan hevur verið sera góð, sigur Nita Næs, ið hevur undirvíst í eldrafimleiki.
Tey luttakandi hava verið í aldrinum frá 65 til 94 ár, og tey hava møtt sera væl upp og verið sera jalig og lívsgevandi.

Vit takka Hvalbiar Kommunu fyri at stuðla hesum góða tilboði, og fyri at stuðla bilflutninginum, so at eisini tey, ið ikki hava egnan bil kunnu luttaka.

Vit øll vóna, at hetta eisini verður eitt av tilboðunum komandi kvøldskúlaár.

Øll vóru ikki í dag, tá myndin varð tikin.

Shares