Hvalbiar Kommuna takkaði SNB

7. januar 2017 bjóðaði kommunustýrið í Hvalbiar Kommunu bjargingarmonnunum í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag til ein betri bita.

Kommunustýrið ynskti at takka teimum fyri tað stóra arbeiðið, sum teir gjørdu í samband við ódnirnar sum herjaðu um jólini.

Á myndini síggjast nógvir av teimum, sum vóru við um jólini.