Samkoma í skúlanum í Sandvík

Kyndilsmessukvøld byrjaði samkoma fyri bygdarfólkið í Sandvík aftur í skúlanum.

Hetta var ein afturvendandi táttur í nógv ár, men helt uppat fyri nøkrum árum síðani.

Nú er so avgjørt at hittast aftur eina ferð um vikuna í vetrarhálvuni.

Tey spæla kort, spæla borðspøl, hyggja eftir gomulum myndum og skjølum, sum viðvíkja bygdini.

Eisini er ein drekkamunnur at fáa.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá í gjárkvøldið.

Kyndilsmessuhugni í Sandvik
Shares