Fundarskrá til kommunufundin 12. desember 2016

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 12. desember 2016 kl. 17.30.

Fundarskráin er:
1. Skelting í Hvalbiar sókn – við luttøku av ferðslupoliti.
2. Umsókn um stuðul til Ranhøll frá Bygdafelagnum á Rananum.
3. Umsókn um stuðul við keyp av bókini “Lítla Dímun”.
4. Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 49b og a (Nesveg) og g (í Støðni), Nes, Hvalba.
5. Onnur viðgerð av eykajáttan fyri 2016.
6. Kunning um hvørji mál eru beind í nevnd síðani síðsta fund.
7. Kunning um málsviðgerð síðani síðsta fund.
8. Ikki almenn mál.

Shares