Tryggari á 2 minus 1 vegi

Hvalba hevur nú fingið ein sokallaðan 2 minus 1 veg í bygdini. Sambært Landsverki eru royndirnar við 2 minus 1 vegum í londunum kring okkum so góðar, at nú skal leisturin roynast her heima. Royndirnar vísa nevniliga, at bilarnir koyra spakuligari á 2 minus 1 vegum, fólk til gongu og á súkklu kenna seg tryggari, og nøgdsemið er sum heild betri.

Í sambandi við at nýggi vegurin í Hvalba nú verður liðugur, hevur Landsverk sent hvørjum húsi í Hvalba eina styttri frágreiðing, ið sigur nakað um hetta nýggja slagi av vegi. Afturat hesi frágreiðing hevur kommunan lánt eitt filmsbrot frá Landsverki, ið vísir, hvussu koyrast skal eftir nýggja vegnum, tí koyrimynstrið broytist nakað á 2 minus 1 vegum.

Heitt verður tí á fólk um at lesa faldaran frá Landsverki og hyggja eftir hesum filmsbroti, sum gevur eina góða lýsing av, hvussu tú skalt koyra á 2 minus 1 vegum.

Faldarin er eisini at finna her sum PDF: 2-minus-1-vegur

Blíðar heilsur

Hvalbiar kommuna og Landsverk

 

Shares