Skrá til kommunufundin 13. november

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 13. november 2017 kl. 17.30.

Bingjuplássini eru opin aftur

Bingjuplássini eru opin aftur sum vanligt.

 

Minningarhald í Hvalba

Minningarhald teirra sjólátnu verður við minnisvarðan í Hvalba alla halganna dag klokkan 15.

Jens Mortan Mortensen talar og kransur verður lagdur.

Sjómanskvinnuringurin í Hvalba

Bingjuplássini stongd

Av tí at IRF hevur trupulleikar við at taka ímóti burturkasti í løtuni, er binjuplássini í Hvalbiar Kommunu stongd leygardagin 28. oktober

Vatnveitingin

Eftir at Hvalbiar Kommuna hevur yvirtikið vatnveitingina í kommuni er avtala gjørd við Andreas Olsen um at taka sær av at skráseta og taka sær av trupulleikum við vatnveitingini.

Útbjóðingarskriv: VIÐV. HVALBIAR SKÚLA – UMVÆLING AV ÚTVEGGI, NORÐUR- OG VESTURSÍÐA

Við hesum verður arbeiðstøka Dren- og jørðarbeiði í samband við umvæling av útveggi á norður- og vestursíðu í Hvalbiar Skúla boðin út í almenna lisitatión.